Nýggjársbál  2024

Við at fylla hendan formular út, vera tygum skrásett/ur hjá Klaksvíkar Sløkkilið. Harvið ganga tygum undir hesar treytir og fær loyvi at brenna bál nýggjársaftan, við at góðtaka niðanfyristandandi treytir.

Hetta er bert galdandi 31 des 2024

1.  At bert reinur og turrur viður verður nýttur.

2.  At veðrið er til vildar.

3.  At brent ikki verður á parkeringsøki ella vegi.

4.  At økið verður rudda skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir.

5.  Sigast skal sløkkiliðinum frá  hvar bálið verður soleiðis at sløkkiliðið skjótari kann koma á staðið um illa vil til. ( lítla frágreiðing niðast sum sigur hvar báli verður brent)

6.  Tann sum skrásetur seg hevur persónliga alla ábyrd av bálinum.

7. At sløkkiútgerð liggur klár við bálið ( vatnslanga ella pulvursløkkjari)

8. Støddin á bálinum skal ongantíð vera størri enn 3x3x2 metur, tó ongantíð størri enn umstøðurnar loyva tí
 
9. Tað má eisini fáast loyvi frá tí sum eigur undirlendið  har brent verður.

Um sløkkiliðsmaður tekur avgerð um at bálið skal sløkkjast skal ábyrdarpersónurin syrgja fyri at øki verður rudda sum á  punkt. 4.




Hesar treytir skulu tryggja, at bálið verður gjørt við skynsemi umframt at minst møgulig
umhvørvisárin standast av brenningini.

Tá ið tygum hava fylt hetta út, fáa tygum ein email við skrásetingini sum er ein viðheftur pdf.

Sí annars almennu vegleiðing frá Umhvørvisstovuni  https://drive.google.com/file/d/0B8ngkalg_92lZ3lNczZsbDI4MkE/view




Sign in to Google to save your progress. Learn more
Email: *
Navn: *
Búðstaður : *
Telefonnummar mobile: *
Hvørjari Kommunu skal brennast *
Hvar verður bálið brent (lítla frágreiðing evt matrikkulnummar): *
Dømi: matr 1253b og  200 metur omanfyri húsini hjá petur petersen petravegur 15
Nær áleið ætla tygum at tendra bálið
Time
:
Markera niðanfyri fyri at góðtaka treytirnar *
Required
Submit
Clear form
Never submit passwords through Google Forms.
This content is neither created nor endorsed by Google. Report Abuse - Terms of Service - Privacy Policy